Um Havstovuna

Um Havstovuna

Havstovan hevur til endamáls at gera kanningar av føroyskum havumhvørvi og tí livandi tilfeingi, har er, og at ráðgeva og kunna landsins myndugleikum og almenningi um hesi viðurskifti. Á hvørjum ári skal hon lata Føroya Landsstýri upplýsingar viðvíkjandi støðuni í fiskastovnunum á føroysku landleiðunum og á sjóleiðum uttan fyri føroysku landleiðirnar, sum føroysk fiskifør gagnnýta, og skal gera vísindaligar tilráðingar og metingar samsvarandi endamálinum í lógini um vinnuligan fiskiskap. Fyri at røkka hesum setningi ger Havstovan á hvørjum ári fiskirannsóknir við egnum (“Magnus Heinason”) og leigaðum skipum, og harumframt kanningar av veiðuni hjá fiskiskipum.
Regluligar kanningar av havumhvørvinum verða gjørdar á hvørjum ári. Tær skulu lýsa broytingarnar frá einum ári til annað og hjálpa okkum at skilja broytingarnar í livandi tilfeinginum. Kanningar eru ein treyt fyri at meta um møguleikarnar fyri burðardyggari gagnnýtslu.
Havstovan stendur eisini á hvørjum ári fyri fleiri verkætlanum innan “fiskivinnuroyndir”. Hon tekur lut í norrønum og altjóða verkætlanum innan fiski- og havfrøði av ymsum slag, og hevur eisini átikið sær fleiri kanningar av føroyska umhvørvinum og fiskiskapi undir Føroyum í sambandi við eina komandi oljuvinnu.

Nýggjur bóklingur: ”Tađ gjřrdi Magnus Heinason í 2008”

Fyri rannsóknaráriđ 2008 hjá Magnusi Heinasyni hevur Havstovan gjřrt ein serligan bókling.

Í bóklinginum verđa allar rannsóknirnar lýstar, bćđi viđ endamáli, mátihátti, og ikki minst viđ úrslitum.

Fyri tćr fřstu rannsókirnar, tvs. tćr, sum verđa endurtiknar ár eftir ár, verđur tikiđ samanum úrslitini fyri řll árini.

Magnus Heinason er liðugur við kanningarnar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar

Minni av svartkjafti í ár enn í fjør.

Kanningarnar vístu, at minni er til av svartkjafti í ár samanborið við í fjør. Føroysku tølini verða í hesum døgum sett saman við tølini frá hinum luttakandi rannsóknarskipunum (Hollandi, Írlandi, Russlandi og Noregi). Fyribils tølini vísa eina niðurgongd í gýtingarstovninum, svarandi til umleið 25% frá í fjør. Mest var at síggja í bretskum sjógvi rundan um Rosemary bankan og eysturyvir móti Hebridunum, meðan væl minni var fram við kantinum longur suðuri.

Lakssild stóð mest sum í øllum økinum sum ein lind oman fyri svartkjaftin. Lakssildin kom upp móti vatnskorpuni um náttina.

Kanningin er skipað sum altjóða kanning undir ICES, har vit luttaka saman við Noregi, ES (Írlandi og Hollandi) og Russlandi. Hini skipini kanna økini longur suðuri.