Um Havstovuna

Um Havstovuna

Havstovan hevur til endamáls at gera kanningar av føroyskum havumhvørvi og tí livandi tilfeingi, har er, og at ráðgeva og kunna landsins myndugleikum og almenningi um hesi viðurskifti. Á hvørjum ári skal hon lata Føroya Landsstýri upplýsingar viðvíkjandi støðuni í fiskastovnunum á føroysku landleiðunum og á sjóleiðum uttan fyri føroysku landleiðirnar, sum føroysk fiskifør gagnnýta, og skal gera vísindaligar tilráðingar og metingar samsvarandi endamálinum í lógini um vinnuligan fiskiskap. Fyri at røkka hesum setningi ger Havstovan á hvørjum ári fiskirannsóknir við egnum (“Magnus Heinason”) og leigaðum skipum, og harumframt kanningar av veiðuni hjá fiskiskipum.
Regluligar kanningar av havumhvørvinum verða gjørdar á hvørjum ári. Tær skulu lýsa broytingarnar frá einum ári til annað og hjálpa okkum at skilja broytingarnar í livandi tilfeinginum. Kanningar eru ein treyt fyri at meta um møguleikarnar fyri burðardyggari gagnnýtslu.
Havstovan stendur eisini á hvørjum ári fyri fleiri verkætlanum innan “fiskivinnuroyndir”. Hon tekur lut í norrønum og altjóða verkætlanum innan fiski- og havfrøði av ymsum slag, og hevur eisini átikið sær fleiri kanningar av føroyska umhvørvinum og fiskiskapi undir Føroyum í sambandi við eina komandi oljuvinnu.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *