Magnus Heinason er liðugur við kanningarnar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar

Magnus Heinason er liðugur við kanningarnar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar

Minni av svartkjafti í ár enn í fjør.

Kanningarnar vístu, at minni er til av svartkjafti í ár samanborið við í fjør. Føroysku tølini verða í hesum døgum sett saman við tølini frá hinum luttakandi rannsóknarskipunum (Hollandi, Írlandi, Russlandi og Noregi). Fyribils tølini vísa eina niðurgongd í gýtingarstovninum, svarandi til umleið 25% frá í fjør. Mest var at síggja í bretskum sjógvi rundan um Rosemary bankan og eysturyvir móti Hebridunum, meðan væl minni var fram við kantinum longur suðuri.

Lakssild stóð mest sum í øllum økinum sum ein lind oman fyri svartkjaftin. Lakssildin kom upp móti vatnskorpuni um náttina.

Kanningin er skipað sum altjóða kanning undir ICES, har vit luttaka saman við Noregi, ES (Írlandi og Hollandi) og Russlandi. Hini skipini kanna økini longur suðuri.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *