|
Fiskimálaráðið hevur í dag sett Eilif Gaard í starvið sum stjóri á Havstovuni
Eilif Gaard er 52 ára gamal og hevur starvast á Havstovuni í góð 20 ár. Hansara høvuðs virkisøki hevur verið at kanna vistskipanir í føroyskum sjógvi, við serligum denti á æti og hvussu tað ávirkar fisk.
Eilif er útbúgvin innan lív- og evnafrøði og er harumframt doktari í havlívfrøði, við sergrein í vistfrøðiskipanini á føroyska landgrunnnum.
Ætlandi tekur hann við nýggja starvinum í seinasta lagi 1. mars 2010.

Upp |