Print
Yngul av rossamakreli fingin á Árnafirði í februar 2010

Havstovan fekk fyrst í februar 2010 fráboðan um at smáur yngul var at síggja nærhendis aliringunum á Árnafirði. Ein mynd av fiskinum, ið Havstovan fekk frá Bakkafrost, vísti, at talan var um yngul av rossamakreli, sum var knapt 10 cm til støddar.

Vaksin rossamakrelur er vanligur at síggja á Landgrunninum um summarið, men okkum vitandi, er yngul av rossamakreli ikki fingin her fyrr.

Hetta er yngul frá í fjør summar, og tað, at hann er funnin á Árnafirði, týðir uppá, at hann er gýttur undir Føroyum. Hetta er eisini nýtt.

Spennandi verður at síggja, um hesin fiskur, eins og makrelur, er komin norður í føroyskt øki, av tí at sjógvurin er hitnaður rundan um okkum. Havstovan fer at fylgja við, um hetta fiskaslagið verður at síggja seinni í summar.

zoom

Upp

PO-Box 3051 

 

Nóatún 1

 

FO-110 Tórshavn

 

Faroe Islands

 

Tlf: (+298) 35 39 00

 

Fax: (+298) 35 39 01

 

E-mail: hav@hav.fo