|
| Sjóvarmál 2010 útkomið 16/07/2010 | Árliga ritið hjá Havstovuni, Sjóvarmál, er komið. Í ritinum finnast fleiri áhugaverdar greinir. Les um at makrelur gýtir í føroyskum sjógvi, umhvørvisligan trolgrunn,,, | | LES MEIRA |
| Tilmælið frá Havstovuni er nú komið 15/06/2010 | Dagatalið er ov høgt og Havstovan mælir til at tað verður lækkað við 25% í mun til tillutaða dagatal seinasta fiskiár, sum liður í eini ætlan at stilla veiðutrýstið rætt. Fyri at verja teir yngstu árgangirnar, serliga av toski og upsa, verður mælt til at eingin vinnuligur fiskiskapur verður loyvdur á ávísum avmarkaðum leiðum. | | LES MEIRA |
| Tvey nýggj fiskasløg 06/11/2009 | Av og á verða fiskasløg fingin undir Føroyum, sum ikki fyrr hava verið sædd í føroyskum sjógvi. Tá ið umstøðurnar eru so hepnar at Havstovan fær hendur á slíkum fiskasløgum, verða tey skrásett at vera fingin her. | | LES MEIRA |
| Lutakast um 12500 kr 06/11/2009 | Lutakast um 12500 kr verður á Havstovuni mikukvøldið 11. november kl. 19. ímillum teirra, sum hava latið fiskamerkir inn seinasta árið | | LES MEIRA |
| Petur Steingrund vart doktararitgerð um Føroyska toskin 02/10/2009 | Dr.philos-ritgerðin “The near-collapse of the Faroe Plateau cod (Gadus morhua L.) stock in the 1990s: The effect of food availability on spatial distribution, recruitment, natural production and fishery” varð í dag vard við Universitetet i Bergen. | | LES MEIRA |
| Merktir kalvar 28/09/2009 | Í seinastu vikuni av september 2009 setti rannsóknarskipið Magnus Heinason út nakrar merktar alikalvar á Landgrunninum. | | LES MEIRA |
| Sólvá 25 ár á Havstovuni 15/09/2009 | | Sólvá Olsen hevði 1. september í ár arbeitt 25 ár á Havstovuni. Dagurin varð hildin 10. september á mánaðarliga starvsfólkafundinum við at gáva varð handað og góð orð søgd. | | LES MEIRA |
| Føroya Sjómannadagur 04/09/2009 | Tann 22. august 2009 luttók Magnus Heinason á Føroya Sjómannadegi. Í allar fagrasta veðri vóru uml. 2000 vitjandi umborð. | | LES MEIRA |
| Sjóvarmál 2009 komið 03/09/2009 | Árliga ritið hjá Havstovuni, Sjóvarmál, er komið. Í ritinum finnast fleiri áhugaverdar greinir. Les um sniðgevingina á nýggja havrannsóknarskipinum, um batnandi føðiviðurskifti á Landgrunninum, | | LES MEIRA |
| Yngul- og ætikanningar hjá Havstovuni á sumri 2009 10/08/2009 | Á Landgrunninum er gróðurin í ár væl yvir miðal, og fiskayngulin er yvirhøvur væl vaksin við nógvari føði í maganum. Sera nógv varð fingið av hvítingsbróðuryngli, og væl var eisini fingið av nebbasilda-, toska- og hýsuyngli. | | LES MEIRA |
| Lakssild 18/05/2009 | Nóta og trolskipið Finnur Fríði gjørdi í februar og mars royndir at veiða eftir lakssild. | | LES MEIRA |
| Væl av gróðri á Landgrunninum higartil í ár 07/05/2009 | Hvørja viku um várið og summarið, mátar Havstovan nøgdirnar av plantuæti á Landgrunnum. Arbeiðið verður gjørt í samarbeiði við Lívfiskastøðina í Skopum. Mátingarnar higartil í ár vísa, at væl er av gróðri. | | LES MEIRA |
| Fiskirannsóknarstovan 50 ár 26/03/2009 | Móttøka verður hósdagin 2. apríl 2009 kl. 15:00, og fara vit við hesum at bjóða tykkum hjartaliga vælkomin til móttøkuna, har Fiskirannsóknarstovan m.a. fær nýggja samleika. Tvs. nýtt navn og búmerki. | | LES MEIRA |
| Makrelur 25/02/2009 | Makrelur er sera góður svimjari. Hetta sóu vit, tá ið royndir vórðu gjørdar við einum 640 m flótitroli hjá Fiskirannsóknarstovuni. Hesar royndir vóru partur av eini verkætlan um at kanna flótitrol og fiskaatburð. | | LES MEIRA |
| 30 ára starvsdagur 13/02/2009 | Vit hava í dag, tann 12. februar 2009, hildið 30 ára starvsdagin hjá Unnur Patursson, sum er oraklið á nytrustovuni. | | LES MEIRA |
| Nýggj HÚK-útgáva 26/01/2009 | Seinasta útgávan av HÚK-skipanini er nú klár at heinta niður av netinum. HÚK-skipanin er ein GPS-plottari við streymkortum og fiskimiðum, ið er mentur og framleiddur í Føroyum. | | LES MEIRA |
| Helgi Hansen vann 12500 krónur 12/12/2008 | Mikukvøldið 10. desember var vinnarin í lutakastinum um 12500 krónur funnin. Hann er Helgi Hansen úr Klaksvík. Helgi siglir við “Reynsmúla”, sum roynir við línu undir Føroyum. | | LES MEIRA |
| Fiskirannsóknarstovan á Tvøroyri 05/12/2008 | Mikudagin 10 desember klokkan 20:00 hevur Fiskirannsóknarstovan fyrilestrar á Seglhúsloftinum á Tvøroyri. Eisini verður lutakastið um kr. 12.500 millum tey, sum hava latið fiskamerkir til Fiskirannsóknarstovuna seinasta árið fram til 3. oktober 2008. | | LES MEIRA |
| Einans 109 toskar í 29 hálum 10/10/2008 | Tað var samlaða veiðan av toski, sum Magnus Heinason fekk á Føroyabanka teir 5 dagarnar, hann gjørdi yvirlitstrolingar á Bankanum í september mánað í ár. | | LES MEIRA |
| Grein í kenda vísindatíðarritinum 29/09/2008 | 25. september kunngjørdi kenda vísindatíðarritið ”Nature” eina grein um rákið í Bankarennuni, sum fólk frá Fiskirannsóknarstovuni hava verið við til at gera.
| | LES MEIRA |
| Bramafiskur 17/09/2008 | Seinastu 3 árini eru nógvar fráboðanir komnar til Fiskirannsóknarstovuna um bramafisk, sum er fingin undir Føroyum. | | LES MEIRA |
| Støddarskiljing av rækjum í trolinum 05/05/2008 | Við einari skiljirist, sum er ment í samstarvi millum Fiskirannsóknarstovuna og trolvirkið Vónina, er tað møguligt at skilja upp til 80% av teim smáu rækjunum frá í trolinum. | | LES MEIRA |
| Finningarløn fyri merktan kongafisk 12/04/2008 | Fiskirannsóknarstovan í Íslandi letur 45 eurur (uml. 335 krónur) fyri kongafiskamerkir, og verður allur fiskurin við merki latin Fiskirannóknarstovuni í Føroyum, verður umframt goldin kg-prísur fyri fiskin, og innsendarin tekur lut í árliga lutakastinum um 10.000 krónur. | | LES MEIRA |
| Upsafiskiskapurin 11/03/2008 | Upplýsingar, sum verða førdar í veiðudagbókina, vísa hvørjir faktorar hava mest at siga fyri upsafi skiskapin. | | LES MEIRA |
| Fiskurin er fastur í meskunum 23/01/2008 | Hjá teimum, sum royna við flótitroli, er tað ein vanlig sjón, at nógvur fiskur stendur í meskunum har afturi í trolinum, har tað bert er nakar fáar metrar til víddar.
| | LES MEIRA |
| Ritan í minking 02/01/2008 | Ritustovnurin í Føroyum minkar, tí ov fáar pisur koma undan. Seinastu fýra árini hava verið út av lagi ring. Orsøkin er helst, at lítið hevur verið til av nebbasild.
| | LES MEIRA |
| Ov lítið av føði til sjófuglin 11/10/2007 | Á ráðstevu í Havn 26.-29. september viðgjørdu fuglagranskarar støðuna hjá sjófugli í norðurhøvum. Serliga í syðru økjunu í norðurlondum hevur verið lítið av føði seinnu árini og fáar pisur eru komnar undan.
| | LES MEIRA |
| Rúsa til tosk og hýsu 19/12/2006 | Rúsa er umhvørvisvinaligur og lítið orkukrevjandi fiskireiðskapur. Royndir eru gjørdar fyri at menna eina rúsu, sum kann brúkast til okkara vanligu fiskasløg.
| | LES MEIRA |
| Eingin norðhavssild norðanfyri í vetur 27/11/2006 | Fiskirannsóknarstovan skipaði fyri sildaleiting norðanfyri í tíðarskeiðinum 17-24 November 2006. Nótaskipini Norðborg og Tróndur í Gøtu vóru leigað til royndina. Leitað varð víða - heilt norður á 72 stig í Jan Mayen økinum og í altjóða sjógvi, men norðhavssild var ikki at síggja...
| | LES MEIRA |
| Kanning av koralløkjum 22/11/2006 | Korallir á havbotninum hava stóra ávirkan á lívið í sjónum, m.a. fisk. Har, sum korallir eru, er ofta fiskur at fáa.
| | LES MEIRA |
| Rist í svartkjaftatroli 14/09/2006 | Hjáveiða, so sum upsi og toskur, kann til tíðir vera ein trupulleiki hjá svartkjaftaskipum, tá tey fiska undir Føroyum og Íslandi. Fiskirannsóknarstovan hevur tí saman við trolvirkinum......
| | LES MEIRA |
| ICES ráðgevingin fyri fyrra hálvár 2006 er nú komin 09/06/2006 | Aftur í ár verður mælt til munandi niðurskurð í royndini eftir toski og hýsu undir Føroyum, meðan royndin eftir upsa undir Føroyum kann vera tann sama sum í fjør. Les føroyska samandráttin fyri føroysku stovnarnar og aðrar stovnar av áhuga fyri okkum í smáritinum “Fundur í ráðgevandi nevndini (ACFM) hjá Altjóða Havrannsóknarstovninum (ICES) í mai/juni 2006” undir Ritgerðir 2006.
| | LES MEIRA |
| Broytingar í sjónum og í fiskasløgunum ? 22/05/2006 | Nøkur fiskasløg ið fyrr vóru heldur óvanlig í føroyskum sjógvi, eru vorðin alt meira vanlig, og onnur tykjast at vera minkaði í tali seinastu árini. Nøkur hava breitt seg meira út á økir, har tey ikki vóru at síggja fyrr. Lagt er til merkis, at sjóprónur, knurrhani, glýsa, silvurmurtur, kjaftsvarti kongafiskur, silvurbramafiskur, lýsingur og silvurkalvi hava meira ella minni breitt seg víða um og at tindaskøta og hávur tykjast at vera minkaði í tali. Mathøgguslokkurin tykist at vera vorðin meira vanligur á landgrunninum.
| | LES MEIRA |
|
|